Terms & Conditions

Niðanfyri kanst tú lesa treytirnar, sum eru galdandi við bílegging á Knas.fo

 

1.Bílegging á Knas.fo

Keypasavtalan við Knas.fo er ikki bindandi, fyrr enn tú hevur móttikið eina bíleggingarváttan frá Knas. Knas goymur ikki bíleggingarváttanina aftaná hon er send til kundan.

 

2. Prísir

25% MVG er íroknað øllum prísunum. Prísirnir eru í donskum krónum um einki annað er nevnt. Prísinir eru bert galdandi í Føroyum. Fyrivarni verður tikið fyri • Kursbroytingum • force majeure • Veitingarfeilum • avgjaldsbroytingum • útseldum vørum og tøppifeilum.

 

3. Søla generelt

Tann upplýsti prísurin á bíleggingartíðspunktinum, er tann galdandi prísurin.

 

4. Veiting
Fyrivarni verður tikið fyri útseldar vørur og tarna veitingartíð hjá útvegarum hjá Knas

 

5. Útkoyring
Veitingartíðin fyri útkoyring er vanliga 30 min, sum skal leggjast afturat vanligu veitingartíðini.
Prísurin fyri útkoyring er treytaður av strekkinum, og verður lagdur omaná prísin fyri ordran.
Fyri Tórshavn, Argir og Hoyvík er prísurin 100 DKK.
Fyri Velbastað er prísurin 160 DKK.
Útkoyring fevnur bert um Tórshavn, Argir, Hoyvík og Velbastað.
Sp/F Bil Mini Taxi 96, rekur útkoyringina fyri Knas.

 

6. Striking av bílegging
Ynskir tú at strika eina bílegging, skalt tú seta teg beinleiðis í samband við Knas umvegis telefon.

 

7. Gjalding

Knas bjóðar hesar online gjalding møguleikar: Visa • Visa / Dankort • Visa Electron • MasterCard • JCB • Maestro

Upphæddin verður trekt av kortinum tá bíleggingin verður avheintað ella avhendað. Tó í seinasta lagi 30 dagar eftir at gjaldingin er framd.

 

8. Ert tú í iva
Um tað er eitt hvørt tú ivast í, viðmælur Knas at tú setur teg í samband við okkum umvegis mail til knas@knas.fo ella umvegis telefon 200333.

 

9. Iðranarrættur
Tað er eingin iðranarrættur á matvørur.

 

 

Eksternur persóndatapolitikkur

 

 

ALMENN UPPLÝSING

 

Við hesum persóndatapolitikkinum vilja vit upplýsa, at Knas handfer tínar persónsupplýsingar.

 

Niðanfyri fara vit í stuttum ígjøgnum teir persónsbólkar, ið vit handfara persónsupplýsingar um, og hvussu vit handfara hesar upplýsingar.

Síðani uppplýsa vit tær tíni rættindir og møguleikar fyri at klaga í samband við handfaringina av tínum persónsupplýsingum.

 

 

PERSÓNSUPPLÝSINGAR

 

Knas viðgerð upplýsingar um teg í samband við keyp av okkara vørum og tænastum. Tú verður sum útgangspunkt biðin um at veita navn, adressu, kontaktupplýsingar og gjaldsupplýsingar. Endamálið við hesum er at avgreiða veiting og gjalding í samband við títt keyp.

Viðgerðin av hesum upplýsingum fevnir um at viðkomandi upplýsingar, í samband við fakturering, verða veittar til teir partar, sum á ein ella annan hátt hava ávirkan á tað einstaka gjaldið. Millum annað peningastovnar, gjaldskortveitarar v.m.

Hesir persónsupplýsingar verða viðgjørdir í samband við hvørja einstøku bílegging. Upplýsingarnir verða síðani goymdir í okkara fíggjar- og bíleggingarskipan í 5 ár, við tí fyri eyga at tryggja góðskuna, kundatænastuna og herumframt endugjaldskrøv, umvælingar og umbíleggingar. Heimasíðan hjá fyritøkuni brúkar cookies sum skráseta IP-adressuna, leitisøguna og líknandi, fyri at økja um brúkaraupplivingina, umframt fyri at granska atburðarferðina á síðuni í samband við marknaðarføringina. Tú kanst altíð velja cookies frá og sletta tær cookies, sum longu eru goymdar. Vit vísa til cookiepoltikkin á heimasíðuni. Um so er, at broytingar eru í samband við endamálinum ella viðgerðini av tínum persónsupplýsingum, fært tú eini boð um hetta.
Í samband við útkoyring, gevur Knas sær rætt til at veita upplýsingar til 3. part, sum er Sp/F Bil Mini Taxi 96. Hetta fevnur um navn, adressu, ordra innihald, kontaktupplýsingar hjá kundanum og annars arðar upplýsingar sum skulu til fyri at 3.parturtin kann røkja tænastuna væl.

 

 

SOSIALIR MIÐLAR

 

Í samband við vitjan á sosialu miðlunum hjá Knas, verða upplýsingar heintaðir, viðgjørdir og víðarigivnir. Hetta kemur av at teir sosialu miðlarnir (Facebook, Instagram, LinkedIn osf) goyma cookies á tínari teldu/smartphone v.m.

 

Persónsupplýsingar verða brúktir av teimum sosialu miðlunum fyri at optimera lýsingar, sum eru rættaðar ímóti tær, og til greining og statistikk hjá fyritøkuni. Herumframt veita teir sosialu miðlarnir tínar persónsupplýsingar til samstarvsfelagir.

Persónsupplýsingar verða heintaðir óansæð um tú hevur ein vanga á sosialu miðlunum ella ikki. Cookies verða goymdar og eru aktivar á tínari teldu/snildfon/teldli í 2 ár, uttan so tú sjálv/ur slettar cookies. Fyritøkan hevur ikki ávirkan á cookies-politikkin hjá sosialu miðlunum.

Teir sosialu miðlarnir veita harafturat statistikk amboð, sum fyritøkan kann brúka til at optimera kundaupplivingina á teimum sosialu miðlunum. Fyritøkan móttekur einans hesar upplýsingar í anonymum formati.

Tú kanst altíð lesa cookies-politikkin hjá fyritøkuni. Hann er at síggja á okkara heimasíðu.

 

 

 

TÍNI RÆTTINDI

 

Í samband við brúk av tínum upplýsingum, hevur tú fylgjandi rættindi:

 

  1. Rætt til at fáa innlit í teimum upplýsingum, sum eru heintaðar
  2. Rætt til at rætta tær upplýsingar, sum eru heintaðar
  3. Rætt til at fáa teir heintaðu upplýsingarnar í lesiligum formati
  4. Rætt til at avmarka viðgerðina av teimum heintaðu upplýsingunum
  5. Rætt til at sletta tær heintaðu upplýsingarnar

Vinaliga vend tær til Knas um so er.

 

Um tú vilt venda tær til Knas, skulu fylgjandi kontaktupplýsingar nýtast:

 

Knas

Heykavegur 2, 100 Tórshavn Føroyar
Tlf. 200 333
Email: knas@knas.fo

 

KLAGUR

 

Um so er, at tú hevur atfinningar viðvíkjandi nøkrum av hesum uppýsingum, hevur tú møguleika at klaga til Dátaeftirlitið við at nýta fylgjandi kontaktupplýsingar:

 

Dátaeftirlitið        

 

Tinganes

Postboks 300

FO-110 Tórshavn

Tlf.: (+298) 309100

Teldupostur:dat@dat.fo